Handilstreytir
Ókeypis útbering
Tað er altíð ókeypis útbering tá tú keypur á Skalkur.fo. Vit senda allar pakkar, uttanfyri høvðusstaðin, við Posta. Um tú ynskir at vita nær tín pakki verður borðin út, kanst tú hyggja her
Aftursendingarrættur
Angrar tú keypið, ella er støddin skeiv, kanst tú lata vøruna inn aftur innan 12 dagar. Tað kanst tú gera við at fara í handilin har vøran er keypt ella senda okkum pakkan aftur. Send ein teldupost til kundatænastuna á kundatanasta@skalkur.fo og upplýs ordranummar og telefonnummar. Sendur tú vøruna, verður upphæddin flutt aftur á tína konto tá ið vit hava móttikið pakkan.
Gávukort
Tá ið tú keypur eitt gávukort á netinum, skalt tú bert útfylla virði á gávukortinum, og útfylla teldupost og navn á móttakaranum. Gávukortið verður sent elektroniskt. Móttakarin far ein teldupost, um at hann hevur fingið eitt gávukort, og far eina avsláttarkotu, sum skal brúkast tá hann keypur á nethandlinum. GG. gávurkortið kann í løtuni bert brúkast á nethandlinum.
Umbýtingarrættur
Vøran kann býtast um í 12 dagar, um vøran er í samað standi, sum tá hon var keypt. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, verður bert ein tilgóðarseðil givin, ella umbýting til aðra vøru.
Um jólini er serligur umbýtingarrættur, ið er galdandi frá 1. november til fyrsta mikudag eftir 1. januar í nýggja árinum. Er vøran niðursett ella keypt á útsølu er ongin umbýtingarrættur.
Reklamatión
Er feilur í vøruni, kanst tú eisini senda pakkan aftur, og tað gert tú við at ringja til kundatænastuna á tel. 315402. Tú kanst eisini fara í handilin har vøran var keypt, við vøruni.
Gjalding
Vit taka bert ímóti gjaldskortum og Skalkur.fo gávukortum á nethandilinum.. Vit takað í móti fylgjandi kortum: Dankort Visa Visa – Dankort MasterCard Visa Electron Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre). Eisini skalt tú útfylla eina 3D secure kodu sum tú vart sendandi umvegins NETS. Tá tú keypur frá okkum, koyrur tú tínar kortupplýsingar inná Quickpay, sum er eitt trygt SSL-kryptera gjaldsportur. Skálkur Samtakið fær ongantíð atgongd til tínar kortupplýsingar.
Vónandi hevur tú haft gleði av tænastu okkara, takk fyri.
[block id=”84549″]