Handilstreytir
Ókeypis útbering
Keyp tína vøru áðrenn kl. 10 mánadag til fríggjadag, og fá hana sama dag. Keypir tú eftir kl. 10.00, fært tú vøruna dagin eftir. Keypur tú úr Suðuroy verður vøran send eftir ferðaætlan, men kemur vøran seinasta lagið dagin eftir. Annars verur borið út dagin eftir á hesum oyggjum: Skúvoy, Hestur, Mykines, Fugloy og Svínoy. Vit vilja veitað kundum okkara so góða tænastu sum møguligt, og tí hava vit gjørt avtalu við Posta. Aftursendingarrættur Angrar tú keypið, ella er støddin skeiv, kanst tú lata vøruna inn aftur innan 10 dagar,. Tað kanst tú gera við at fara í handilin har vøran er keypt ella senda okkum pakkan aftur. Send ein teldupost til kundatænastuna á kundatanasta@skalkur.fo og upplýs ordranummar og telefonnummar. Sendur tú vøruna, verður upphæddin flutt aftur á tína konto tá ið vit hava móttikið pakkan. Persónlig upplýsing Fyrstu ferð tú keypur frá okkum, er neyðugt at stovna ein brúkara, tú upplýsir navn, bústað, teldupost og telefon nummar. Tú verður eisini biðin um at gera tær eitt loyniorð. Næstu ferð tú keypur, skalt tú bara innrita við telduposti og loyniorði.
Gávukort
Tá ið tú keypur eitt gávukort á netinum, skalt tú bert útfylla virði á gávukortinum, og útfylla teldupost og navn á móttakaranum. Gávukortið verður sent elektroniskt. Móttakarin far ein teldupost, um at hann hevur fingið eitt gávukort, og far eina avsláttarkotu, sum skal brúkast tá hann keypur á nethandlinum. GG. gávurkortið kann í løtuni bert brúkast á nethandlinum Skalkur.fo – 8 handlar á einum stað.
Umbýtingarrættur
Vøran kann býtast um í 12 dagar, um vøran er í samað standi, sum tá hon var keypt. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, verður bert ein tilgóðarseðil givin, ella umbýting til aðra vøru. Um jólini er serligur umbýtingarrættur, ið er galdandi frá 1. november til fyrsta mikudag eftir 1. januar í nýggja árinum. Er vøran niðursett ella keypt á útsølu er ongin umbýtingarrættur.
Reklamatión
Er feilur í vøruni, kanst tú eisini senda pakkan aftur, og tað gert tú við at ringja til kundatænastuna á tel. 315402. Tú kanst eisini fara í handilin har vøran var keypt, við vøruni.
Gjalding
Tú kann bert gjalda við gjaldskortið, har tú skal útfylla kort upplýsingar. Ongin sær tínar upplýsingar og tað 100% trygt at keypa frá okkum. Vit takað í móti fylgjandi kortum: Dankort Visa Visa – Dankort MasterCard Visa Electron Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre). Útfyllur tú ikki hesi, kunnu vit á skalkur.fo ikki fremja tíni keyp. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur veðrur tikin av tíni konto, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Vónandi hevur tú haft gleði av tænastu okkara, takk fyri.